Privacy and Data Protection Practitioner – (5 daga skeið)

Hetta er eitt víðkað skeið innan persóndátuvernd og KT trygd, har høvuðsdentur er á verkligar uppgávur og verkseting av nøktandi trygdarfyriskipanum.

 

Luttakarar á skeiðinum eiga at hava eina grundleggjandi vitan innan persóndátuvernd og KT trygd, sum heild, svarandi til grundskeiðini í persóndátuvernd og KT trygd, grundað á ISO 27001.

 

Skeiðið er sera viðkomandi fyri fyritøkur, almennar stovnar og kommunur, sum liður í trygdararbeiðinum og at lúka Dátuverndarlóggávuna. Skalt tú røkja uppgávuna sum dátuverndarfólk ella innan trygdararbeiði sum heild, so er hetta skeiðið sera viðkomandi fyri teg og gevur tær eisini møguleika at taka eitt altjóða certifiseringsprógv sum dátuverndarfólk (DPO).

 

Á skeiðinum verður arbeitt ítøkiliga við verkligu uppgávunum, t.d. avleiðingagreining, leiklutunum hjá dátuábyrgdara, dátuviðgera og dátuverndarfólki og verkseting av eini nøktandi trygdarskipan.

 

Vit hava fingið møguleika at halda hetta áhugaverda og sera viðkomandi skeiðið, í samstarvi við Promentek, á Formula tann 14. - 18. september. Undirvísari er Thomas Gramstrup, sum hevur undirvíst á hesum øki í fleiri ár, góðkendur av EXIN og hevur eisini luttikið í menningini av skeiðinum saman við EXIN.

 

Kostnaðurin fyri 5 daga skeiðið er kr. 24.495 u/mvg, íroknað tilfar (tó undantikið bókling, sum skal bíleggjast) og mat. Um ein ynskir at enda skeiðið við eini EXIN certifiseringsroynd, er kostnaðurin fyri hesa kr. 2.150.

 

Tilmeldingarfreistin er 17. august, soleiðis, at ein hevur møguleika at lesa neyðugt tilfar og fyrireika seg væl til skeiðið. 

 

Alt tilfar er á enskum, men undirvísingin er á donskum. Undirvíst verður allar dagarnar kl. 8:30-16:30, og neyðugt er eisini at fyrireika seg væl til skeiðið við at lesa tilfar, smb. lesiætlan.

 

Les meira um skeiðið her: https://www.promentek.dk/exin-gdpr-practitioner

 

Hevur tú spurningar til skeiðið, ert tú vælkomin at seta teg í sambandi við Robert Vilhelmsen, trygdarráðgeva: rv@formula.fo

 

 

EXIN Privacy and Data Protection Practitioner – 14. – 18. september á Formula

  • Persóndátuvernd við høvuðsdenti á KT

Formula - Óðinshædd 2 - 100 Tórshavn - tel 344000