eVáttan (Invoice Workflow) og Readsoft

Á skeiðinum lærir tú at nýta eVáttan (Invoice Workflow), sum er innbygd í Dynamics NAV.

 
Hetta skeiðið er ætlað teimum, sum longu nýta eVáttan og ynskja at læra meira um hvørjar hentleikar skipanin hevur.
Skeiðið er eisini ætlað teimum, sum ynskja at fara í gongd við at nýta eVáttan.
 
Skeiðið fevnir m.a. um:
 
- Gjøgnumgongd av viðkomandi og mest brúktu funkunum í skipanini
- Kunning um ymisk sløg av Workflows
- Góðkenning av fakturum, ordrum og kreditnotum.
- Handfaring av keypsordrum á web kaganum
- Uppsetan av teldupostfráboðan
- Handfaring av skjølum, sum eru avvíst.
- Gjøgnumgongd av Readsoft Online
- Verkligar venjingar (hands-on) 

 

Undirvísari: Pól Frits Høj

Kostnaður: kr 2.900,- pr. luttakara

 

Formula - Óðinshædd 2 - 100 Tórshavn - tel 344000