Excel grundskeið (2 daga skeið)

Skeiðið er ætlað teimum, sum skulu í gongd við ella longu arbeiða við Excel, men kundu hugsað sær at lært teir grundleggjandi hentleikarnar.
 
Skeiðið fevnir m.a. um:
- Grundleggjandi hentleikar sum handfaring av rekkjum og kolonnum, leita og set inn og víðkaðar kopieringsmøguleikar
- Uppbygging av formlum
- Formatering av cellum
- Uppseting av arkinum, sum t.d. prentøki, síðuhøvd og -fót vm.
- Grafar
- Sortering og filtrering av listum

 

Hetta er eitt 2 daga skeið

Undirvísari: Jógvan Juel Rasmussen

Kostnaður: kr 5.700,- pr. luttakara

 

Formula - Óðinshædd 2 - 100 Tórshavn - tel 344000