Excel víðkað skeið - stig 1 (2 daga skeið)

Skeiðið er ætlað teimum, sum kenna teir grundleggjandi hentleikarnar í Excel og ynskja at læra meira um teir víðkaðu.
 
Skeiðið fevnir m.a. um:
- Amboð til ørk og projektmappur, m.a. formlar, konsolidering og verja umframt datavalidering.
- Víðkað kopiering og sjálvvirkandi frámerking av nógvum cellum við formlum ella føstum virðum
- Formlar og funkur
- Treytaða formatering
- Amboð til størri listar so sum bólking, subtotalar vm.
- Introduktión til pivottabellir

 

Undirvísari: Jógvan Juel Rasmussen

Kostnaður: kr 5.700,- pr. luttakara

 

Formula - Óðinshædd 2 - 100 Tórshavn - tel 344000