Excel víðkað skeið - stig 2 (2 daga skeið)

Skeiðið er ætlað teimum, sum eru stinnir brúkarar av Excel, men sum ynskja at læra meira um teir avanceraðu hentleikarnar í Excel.
 
Skeiðið fevnir m.a. um:
 
- Handfaring av dynamiskum økjum, t.d. uppslagsvirði og formlar til at finna ynsktu virðini í einum ella fleiri økjum.
- Power fyrispurningar, sum er eitt slagkraftigt amboð til import av data frá stórt sæð øllum datakeldum.
- Datatabell, Scenarier og Trupulleikaloysarin til dataanalysu.
- Makro til sjálvvirkan av vanaarbeiði
- Víðkað filtur vm.
 

 

Hetta er eitt 2 daga skeið

Undirvísari: Jógvan Juel Rasmussen

Kostnaður: kr 6.900,- pr. luttakara

 

Formula - Óðinshædd 2 - 100 Tórshavn - tel 344000