Privacy and Data Protection Foundation – GDPR (3 daga skeið)

Nú er høvi at fyrireika seg til nýggju Dátuverndarlóggávuna, sum Løgmansskrivstovan hevur sent til ummælis og verður í samsvar við ES GDPR fyriskipanina.

 

Serskeið í persónsdátuvernd við serligum fokus á GDPR og kunningartøkni 

 

Á hesum skeiðnum fært tú eitt nágreiniligt innlit í GDPR fyriskipanina og eisini møguleika at taka eitt altjóða viðurkent EXIN certifiseringprógv, sum liður í møguligari útbúgving til Dátuverjuráðgeva (DPO).


Skeiðið er sera viðkomandi til fyritøkur, almennar stovnar og kommunur,  sum partur av tilvitanini og førleikamenningini innan persónsdátuvernd.  Skeiðið hevur fokus á teori, venjingar og ítøkilig dømi, soleiðis at tú fært holla vitan og grundarlag til framhaldandi at arbeiða við persónsdátuvernd og tryggjað samsvar við lógarkrøvini.
Vit hava fingið møguleika at halda hetta áhugaverda og sera viðkomandi skeiðið, í samstarvi við Promentek, á Formula tann 4. - 6 februar 2020. Undirvísari er Thomas Gramstrup, sum hevur undirvíst á hesum øki í fleiri ár, góðkendur av EXIN og hevur eisini luttikið í menningini av skeiðnum saman við EXIN.

Kostnaðurin fyri 3 daga skeiðið er kr. 16.700 u/mvg, íroknað tilfar og mat. Um ein ynskir at enda skeiðið við eini EXIN certifiseringsroynd, er kostnaðurin fyri hesa roynd kr. 1.800. 

 

Tilmeldingarfreistin er 7. januar 2020, soleiðis, at ein hevur møguleika at lesa neyðugt tilfar og fyrireika seg til skeiðið. Alt tilfar er á enskum, men undirvísingin er á donskum.

 

Undirvíst verður allar dagarnar kl. 9-16:30.

Formula - Óðinshædd 2 - 100 Tórshavn - tel 344000