Privacy and Data Protection Foundation – GDPR (3 daga skeið)

Nú er høvi at fyrireika seg til nýggju Dátuverndarlóggávuna, sum Løgmansskrivstovan hevur havt til ummælis, og sum verður í samsvar við ES GDPR fyriskipanina.

 

Serskeiðið í persónsdátuvernd við høvuðsdenti á GDPR og kunningartøkni verður hildið tann  26. - 28. august á Formula.

 

Á hesum skeiðinum fært tú eitt nágreiniligt innlit í GDPR fyriskipanina og eisini møguleika at taka eitt altjóða viðurkent EXIN certifiseringprógv, sum liður í møguligari útbúgving til dátuverndarfólk (DPO).

 

Skeiðið er sera viðkomandi fyri fyritøkur, almennar stovnar og kommunur, sum partur av tilvitanini og førleikamenningini innan persónsdátuvernd. Skeiðið umfatar teori, venjingar og ítøkilig dømi, soleiðis at tú fært holla vitan og eitt gott grundarlag til framhaldandi at arbeiða við persónsdátuvernd og tryggja, at øll lógarkrøv verða hildin.


Vit hava fingið møguleika at halda hetta áhugaverda og sera viðkomandi skeiðið í samstarvi við Promentek. Undirvísari er Thomas Gramstrup, sum hevur undirvíst á hesum øki í fleiri ár. Hann er góðkendur av EXIN og hevur eisini luttikið í menningini av skeiðinum saman við EXIN.

 

Kostnaðurin fyri 3 daga skeiðið er kr. 16.700 u/mvg. Um ein ynskir at enda skeiðið við eini EXIN certifiseringsroynd, er kostnaðurin fyri hesa roynd kr. 1.800.


Tilmeldingarfreistin er 27. juli, soleiðis at ein hevur tíð at lesa neyðugt tilfar og fyrireika seg til skeiðið.

 

Alt tilfar er á enskum, men undirvísingin er á donskum. Undirvíst verður allar dagarnar kl. 08.30-16:30. Les meira um skeiðið her: https://www.promentek.dk/exin-gdpr-foundation

 

 

Hevur tú spurningar til skeiðini, ert tú vælkomin at seta teg í sambandi við Robert Vilhelmsen, trygdarráðgeva: rv@formula.fo

Formula - Óðinshædd 2 - 100 Tórshavn - tel 344000