Skeið í GDPR - nýggj persónsdátalóggávan

Skeiðið er ætlað teimum, sum hava ábyrgd av og teim, sum skulu arbeiða við verkseting av persónsdátaverju, við atliti til nýggju persónsdátulóggávuna og KT trygdarfyriskipanum, sum heild.
 
Endamálið er, at fáa íblástur og ítøkiliga tilvitan um persónsdátuverju, KT-trygdarviðurskifti, hvussu tit eru fevnd av nýggju lóggávuni og eina ítøkiliga fatan av, avbjóðandi uppgávuni, at fáa persónsdátuviðgerðina í fyritøkuni/stovninum í samsvar við lógarkrøvini.
 
Skeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
- Viðkomandi partar av GDPR lóggávuni og gongdina við verkseting av hesari í Føroyum
- Hvørjar eru hóttanirnar?
- Hvussu er fyritøkan/stovnurin fevndur av lóggávuni?
- Leiklutirnir hjá dátuábyrgdara, dátuviðgera og dátuverjuráðgeva (DPO)
- Rættindini hjá tí skrásetta
- Kravið um dátuverjuráðgeva (DPO)
- Samskifti við myndugleikar (Dátueftirlitið)
- Venjingar í at skráseta dátuviðgerðarvirksemi í serskipan til endamálið
- Krøv til tøkniligar og fyrisitingarligar trygdarfyriskipanir við støðið í ISO 27001 trygdarstandardinum
 
Undirvísarar eru: Lars Bærentzen, stjóri og eigari av trygdarfyritøkuni Siscon og Robert Vilhelmsen, dátuverjuráðgevi á Formula. Lars hevur altjóða certificering í KT-trygd og hevur sera drúgvar royndir við undirvísing, ráðgeving, GDPR verkætlanum, og verkseting av KT trygdarloysnum í fyritøkum og almennum stovnum í Danmark. Robert hevur altjóða certificering sum dátuverjuráðgevi (DPO) og í KT-trygd og hevur eisini drúgvar royndir við trygdararbeiði og verkætlanarleiðslu.
 
Skeiðið byrjar kl. 08:30 við morgunmati og endar kl. 15:00. Høvi verður eisini at fáa eina persónliga samrøðu millum kl. 15 og 17, ella sambært nærri avtalu. Tú kanst velja at luttaka tann 30. ella 31. januar. Luttøkan er avmarkað til 12 persónar pr. dag. Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 3.850 u/mvg, íroknað skeiðstilfar, morgunmat og frokost.

Formula - Óðinshædd 2 - 100 Tórshavn - tel 344000