GDPR - nýggja persónsdátalóggávan

Skeiðið er ætlað teimum, sum hava tørv á at fáa innlit í nýggju krøvini til persónsdátuverju og teim sum hava ábyrgd av og skulu arbeiða við verkseting og umsiting av persónsdátaverju.
 
Endamálið er, at fáa íblástur og ítøkiliga tilvitan um persónsdátuverju, KT trygdarviðurskifti, hvussu tit eru fevnd av nýggju lóggávuni og eina ítøkiliga fatan av, avbjóðandi uppgávuni, at fáa persónsdátuviðgerðina í fyritøkuni/stovninum í samsvar við lógarkrøvini.
 
Skeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
 
- Viðkomandi partar av GDPR lóggávuni í mun til galdandi persónsupplýsingarlóggávu, herundir:
- Hvørjar eru hóttanirnar?
- Hvussu er fyritøkan/stovnurin fevndur av lóggávuni?
- Leiklutirnir hjá dátuábyrgdara, dátuviðgera og dátuverjuráðgeva (DPO)
- Rættindini hjá tí skrásetta
- Kravið um dátuverjuráðgeva (DPO)
- Samskifti við myndugleikar (Dátueftirlitið)
- Krøv til skrásetan av dátuviðgerðarvirksemi
- Krøv til tøkniligar og fyrisitingarligar trygdarfyriskipanir við støðið í ISO 27001 trygdarstandardinum
- Dátu- og trygdarbrot – krøv og skjalfesting
- Dátuviðgerðaravtalur
- Avleiðingagreining (DPIA)
 
 
Undirvísari er: Robert Vilhelmsen, dátuverjuráðgevi á Formula. Robert hevur altjóða certificering sum dátuverjuráðgevi (DPO) og í KT trygd og hevur eisini drúgvar royndir við trygdararbeiði og verkætlanarleiðslu.
Kostnaður: kr 2.900,- pr. luttakara

Formula - Óðinshædd 2 - 100 Tórshavn - tel 344000