Grundskeið í Navision (Dynamics NAV)

Hetta skeiðið er ætlað til tín, sum hevur avmarkaðar royndir við Dynamics NAV. Tað er ikki neyðugt at hava arbeitt við Dynamics NAV frammanundan.
 
Á skeiðinum lærir tú heilt grundleggjandi hentleikar í Dynamics NAV, og tú lærir eisini, hvussu skipanin er uppbygd við ymiskum modulum.
Vit fara at gjøgnumganga tey grundleggjandi modulini í NAV, og hvussu tey arbeiða saman - keyp, søla og goymsla. Tú fert at fáa kunnleika til tær mest vanligu mannagongdirnar í Dynamics NAV, og tú fert eisini at fáa góð ráð til, hvussu tú á bestan hátt fært loyst tínar arbeiðsuppgávur.
 
Vit fylgja gongdini frá tí, at tað kemur ein fyrispurningur frá einum kunda og fram til, at pengarnir eru komnir í kassan. Eisini har vísa vit, hvørjir møguleikar eru viðv. rapportering og sambinding við Excel.

 

Undirvísari: Høgni Hansen

Kostnaður: kr 3.500,- pr. luttakara

 

Formula - Óðinshædd 2 - 100 Tórshavn - tel 344000