Kassaskipanin í Dynamics NAV

Endamálið við skeiðnum er at læra allar hentleikarnar í Kassaskipanini, og hvussu ymiskar dagligar avbjóðingar kunna loysast.

 
Skeiðið verður hildið av einum undirvísara, sum hevur fleiri ára royndir við Dynamics NAV og Kassaskipanini, og sum tí kennir tær allar flestu avbjóðingarnar við einari tílíkari skipan.
 
Skeiðið fevnir m.a. um:
 
- Gjøgnumgongd av viðkomandi og mest brúktu funkunum í skipanini
- Kassauppgerð
- Daglig søla
- Gávukort
- Kassatilboð
- Uppsetan av touch knøttum
- Inn og útgjøld
- Verkligar venjingar (hands-on)

 

Undirvísari: Hans A. Norðfoss

Kostnaður: kr 2.900,- pr. luttakara

 

Formula - Óðinshædd 2 - 100 Tórshavn - tel 344000