KT Trygdarskeið grundað á ISO/IEC 27001 (3 daga skeið)

Skeiðið er sera viðkomandi fyri fyritøkur, almennar stovnar og kommunur, sum liður í trygdararbeiðinum og at lúka Dátuverndarlóggávuna. Skalt tú røkja uppgávuna sum dátuverndarfólk, so er hetta grundskeiðið sera viðkomandi fyri teg.

 

ISO 27001 er ein tann mest viðurkendi KT trygdarstandardurin og verður m.a. viðmæltur at brúka í ES GDPR fyriskipanini og av myndugleikunum í Føroyum. ISO 27001 trygdarstandardurin er eitt krav til allar almennar stovnar. Hesin trygdarstandardur er ein sera góður og ítøkiligur leistur til at velja út og verkseta viðkomandi bygnaðarlig og fyrisitingarlig trygdartiltøk.

 

Vit hava fingið møguleika at halda hetta áhugaverda og sera viðkomandi skeiðið, í samstarvi við Promentek, á Formula tann 19. - 21. august. Undirvísari er Thomas Gramstrup, sum hevur undirvíst á hesum øki í fleiri ár, góðkendur av EXIN og hevur eisini luttikið í menningini av skeiðinum saman við EXIN.

 

Kostnaðurin fyri 3 daga skeiðið er kr. 16.700 u/mvg, íroknað tilfar og mat. Um ein ynskir at enda skeiðið við eini EXIN certifiseringsroynd, er kostnaðurin fyri hesa kr. 1.800.

 

Tilmeldingarfreistin er 20. juli, soleiðis at ein hevur møguleika at lesa neyðugt tilfar og fyrireika seg til skeiðið.  

 

Alt tilfar er á enskum, men undirvísingin er á donskum. Undirvíst verður allar dagarnar kl. 8:30-16:30. Les meira um skeiðið her: https://www.promentek.dk/exin-iso-27000-foundation

 

Hevur tú spurningar til skeiðini, ert tú vælkomin at seta teg í sambandi við Robert Vilhelmsen, trygdarráðgeva: rv@formula.fo

 

EXIN Information Security Management Foundation – 19. - 21. august á Formula

 - Grundað á ISO/IEC 27001 og 27002

Formula - Óðinshædd 2 - 100 Tórshavn - tel 344000