KT Trygdarskeið grundað á ISO/IEC 27000 (3 daga skeið)

EXIN Information Security Management Foundation

 - Grundað á ISO/IEC 27001 og 27002

 

Skeiðið er sera viðkomandi til fyritøkur, almennar stovnar og kommunur, sum skulu lúka Persónsupplýsingarlóggávuna og Trygdarkunngerðina. Eisini er hetta ein góð fyrireiking til GDPR fyriskipanina og nýggju og dagførdu Persónsupplýsingarlóggávuna, sum er ávegis. ISO 27001 er ein tann mest viðurkendi KT trygdarstandardurin og verður m.a. viðmæltur at brúka í GDPR fyriskipanini og av myndugleikunum í Føroyum.

 
Vit hava fingið møguleika at halda hetta áhugaverda og sera viðkomandi skeiðið, í samstarvi við Promentek, á Formula tann 18. - 20. september. Undirvísari er Thomas Gramstrup, sum hevur undirvíst á hesum øki í fleiri ár, góðkendur av EXIN og hevur eisini luttikið í menningini av skeiðnum saman við EXIN.
Kostnaðurin fyri 3 daga skeiðið er kr. 16.700 u/mvg, íroknað tilfar og mat. Um ein ynskir at enda skeiðið við eini EXIN certifiseringsroynd, er kostnaðurin fyri hesa kr. 1.800.
 
Alt tilfar er á enskum, men undirvísingin er á donskum. Undirvíst verur allar dagarnar kl. 9-16:30
Tilmeldingarfreistin er 20. august, soleiðis, at ein hevur møguleika at lesa neyðugt tilfar og fyrireika seg til skeiðið.
 

Les meira um Promentek her: https://www.promentek.dk/exin-iso-27000-foundation

Les Formula skeiðkalendaran her: https://www.formula.fo/index.php/skeid/skeid-yvirlit/ 

Les meira um EXIN certifisering her: https://www.exin.com/certifications/information-security-foundation-based-iso-iec-27001-exam

 

 

Formula - Óðinshædd 2 - 100 Tórshavn - tel 344000