>

Formula kundadagur 2020

Í ár verður tað 11. ferðin, at vit hava tann vælvitjaða Formula kundadagin.

 

Eins og undanfarna ár verður hann hildin í Norðurlandahúsinum, og verður tað mikudagin tann 26. februar 2020. Nógv spennandi og viðkomandi evni verða á skránni aftur hesaferð, so sum Totalview, NAV, nethandil, AI, Skjalahandfaring í 360°, Løttløn og onnur stýringsamboð. Amboð, sum kunnu brúkast sjálvstøðugt ella knýtast saman, og sum kunnu hjálpa tykkum at optimera virksemi og økja um framleidni.

 

Vit byrja dagin í Høllini við einum áhugaverdum og hugkveikjandi fyrilestri, og síðan velja tit tykkum inn á ymiskar framløgur, sum hava tykkara áhuga.

Formula - Óðinshædd 2 - FO-100 Tórshavn - Tel (+298) 344000 - www.formula.fo