Office 365, kom gott í gongd

Skeiðið er ætlað teimum, sum ynskja eitt innlit í nakrar av teimum nógvu app’unum sum eru partur av Office 365.
 
Skeiðið fevnir m.a. um:
 
- Deiling av upplýsingum og fílum
- Arbeiði við online útgávunum av Word, Excel, PowerPoint og OneNote
- Gjøgnumgongd av teimum vanligu hentleikunum í online útgávunum og hvørjir munir eru á hesum og teimum installeraðu útgávunum.
- Gjøgnumgongd av møguleikanum fyri at fleiri rætta ísenn í eini online útgávu.
- Introduktión til Outlook, OneDrive, Skype, Sway, Delve, Planner og teimum báðum samstarvsamboðunum Grupper og Teams.

 

Undirvísari: Eyðun Thorsvig

Kostnaður: kr 3.500,- pr. luttakara

 

Formula - Óðinshædd 2 - 100 Tórshavn - tel 344000