PowerPoint víðkað skeið

Skeiðið er ætlað teimum, sum brúka PowerPoint sum arbeiðsamboð og sum ynskja at fara í dýpdina við teimum meiri víðkaðu hentleikunum.
 
Skeiðið fevnir m.a. um:
 
- Uppbyggja avanceraðar framløgur við figurum, SmartArt og myndum
- Nýtslu av animatiónum, skiftum og leinkjum.
- Innsetan av ljóði og video frá ymiskum keldum umframt at seta inn dias frá øðrum framløgum.
- Innsetan av data og grafum frá Excel.

 

Undirvísari: Áki Johansen

Kostnaður: kr 3.500,- pr. luttakara

 

Formula - Óðinshædd 2 - 100 Tórshavn - tel 344000