Víðkað skeið í Navision (Dynamics NAV) (2 daga skeið)

Skeiðið er ætlað teimum, sum hava arbeitt við bókhaldi og hava tørv á at duga meira enn vanligu hentleikarnar í Dynamics NAV. Tú kennir tey vanligu bókhaldshugtøkini, men tú kundi hugsað tær at duga enn betur og ikki minst at gagnnýta skipanina til fulnar.
 
Skeiðið fevnir millum annað um gjøgnumgongd av:
- Fíggjarbókhald
- Keyp
- Sølu
- Goymslu

 

Hetta er eitt 2 daga skeið

Undirvísari: Høgni Hansen

Kostnaður: kr 5.900,- pr. luttakara

 

Formula - Óðinshædd 2 - 100 Tórshavn - tel 344000